Creation Science Information & Links!
Harran Jesus Kristus · Evangeliið eftir Matteus 6
Lord Jesus Christ · Matthew 6

   "Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum - fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.   Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum - fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.   Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger -   fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.   Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.   Men tú, táið tú biður - far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.   Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman - sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.   Líkist tí ikki teimum! Tí Faðir tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja Hann. "   Matteus 6:1-8

   "Tí skulu tit biðja soleiðis: "Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!   Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!   Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!   Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara.   Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen "   Matteus 6:9-13

   "Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;   men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.   Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. - Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.   Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,   fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.   Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!   Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!   Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.   Eygað er ljós likamsins; er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst;   men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur - hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!   Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. - Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.   Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!   Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!   Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!   Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;   men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.   Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!   Tí skulu tit ikki stúra og siga: "Hvat skulu vit eta?" ella: "Hvat skulu vit drekka?" ella: "Hvat skulu vit fara í?"   Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.   Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!   Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni."    Matteus 6:14-34


Lord Jesus Christ · Matthew 6
http://www.creationism.org/english/salvJesusMatt6_en.htm



Høvuðs:  Føroyskt
www.creationism.org