Creation Science Information & Links!
Tey 10 boðini

   "Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:   "Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.   Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.   Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;   tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,   men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.   Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.   Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!   Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;   men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.   Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.   Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!   Tú mást ikki drepa.   Tú mást ikki dríva hor.   Tú mást ikki stjala.   Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.   Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur."    Onnur Mósebók 20:1-17


The 10 Commandments · in Faroese
http://www.creationism.org/faroese/salv10Cmd_fo.htm



Høvuðs:  Faroese
www.creationism.org