Creation Science Information & Links!
Sálmarnir 1, 51, 100 & 150
Psalms 1 • 51 • 100 • 150 - in Faroese (Føroyskt)
Sálmarnir 1

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,   men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!   Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.   So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.   Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.   Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.
 

Sálmarnir 51

Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.   Ta ferðina ið Natan kom til hansara, eftir at hann hevði verið inni hjá Batsebu.   Gud, ver mær náðigur eftir góðsku Tíni, strika út brot míni eftir stóru miskunn Tíni!   Tváa meg heilt reinan frá skyld míni, reinsa meg frá synd míni!   Tí eg kenni misbrot míni, og synd mín er mær altíð fyri eyga.   Móti Tær er tað, eg havi syndað, eina móti Tær, og tað, sum ónt er í eygum Tínum, havi eg gjørt - fyri at Tú skalt standa rættvísur, táið Tú talar, vera reinur, táið Tú dømir.   Tú sært, eg eri føddur í misgerð, og í synd varð eg til í móðurlívi.   Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum - so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum!   Reinsa meg við isopi frá synd, so eg verði reinur, tváa meg, so eg verði hvítari enn kavi!   Ger, at eg fái at hoyra frøi og gleði, lat beinini, ið Tú hevur sorað sundur, fegnast!   Fjal ásjón Tína fyri syndum mínum, og strika út allar misgerðir mínar!   Gud, skap í mær reint hjarta, og gev av nýggjum støðugan anda innan í mær!   Kasta meg ikki burtur frá ásjón Tíni, og tak ikki Heilaga Anda Tín frá mær!   Gev mær aftur at gleðast um frelsu Tína, og halt mær uppi við fúsum anda!   So skal eg læra misbrotsmenn vegir Tínar, og syndarar skulu venda við til Tín!   Fría meg frá blóðskyld, Gud, Frelsugud mín - so skal tunga mín fegnast um rættferð Tína!   Harri, lat upp varrar mínar - so skal muður mín kunngera prís Títt!   Tí Tær líkar ikki sláturoffur - annars hevði eg givið Tær tað - brenniofrum tekur Tú ikki við;   offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!   Ger í náði Tíni væl við Zion, bygg upp múrar Jerúsalems!   Tá skal Tær toknast røtt offur, brennioffur og heiloffur, tá skulu tarvar verða ofraðir á altari Tínum.
 

Sálmarnir 100

Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!   Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!   Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.   Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!   Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.
 

Sálmarnir 150

Halleluja! - Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!   Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!   Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!   Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!   Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!   Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! - Halleluja!
 


Psalms 1 • 51 • 100 • 150
http://www.creationism.org/faroese/saPs1_51_100_fo.htm

Høvuðs:  Faroese
www.creationism.org